Einstakar vørur og loysnir

Vit veita reingerðartænastur til privatar og almennar fyritøkur. Í samráð við hvønn einstakan kunda, finna vit loysnir, sum júst passa til tørvin.

Til virkir og stovnar, ið sjálvi loysa reinhaldsuppgávur, veita vit somu vørur og skipanir, sum vit sjálvi brúka. Vit leggja dent á, altíð at hava dagførda vitan um alt tað nýggja, ið kemur fram á marknaðin. Viðurkend vørumerki borga fyri góðsku og vitan.

Hevur tú eina reinhaldsuppgávu, ið tú ivast í, ert tú vælkomin at venda tær til okkara.

Heildarloysnir
Vit arbeiða við reingerðartænastum til størri privatar og almennar fyritøkur. Í samráð við kundan finna vit reinhaldsloysnir, sum júst passa til hansara fyritøku.

Sápur og reingerðarevni
Av sápum og reingerðarevnum, hava vit valt Ecolab til høvuðsveitara http://www.dk.ecolab.eu/ . Ecolab hevur í meira enn hálva øld verið dyggasti veitari til alskyns reingerð í norðanlondum. Tey taka atlit og ábyrgd fyri tí, tey framleiða og leggja alstóran dent á burðardygd.
Um tú fæst við at reingera serligt tilfar á gólvum, veggum ella loftum, ert tú altíð vælkomin at troyta okkara vitan, fyri at fáa røttu loysnina og vegleiðing um skamtir og blandingar.
Vit skulu øll taka atlit fyri tí, ið vit lata út í náttúruna og vit hava sett okkum fyri, at bestu ráðini skalt tú fáa frá PM Pluss.

Pappírshandklæðir og toiletvørur
Turka við Tork. Uttan mun til tørvin at turka upp, turka av, bona ella pussa, so fæst ein loysn frá Tork. Tork er millum elstu veitarar av reinhaldspappíri í norðanlondum. Tað, sum gevur Tork kappingarfyrimunin, er ein samanrenning av pappíri við høgari góðsku og snildisliga sniðgivnum íløtum – altíð við burðardygd fyri eygað. Vitja Tork her
PM Pluss bjóðar sjálavdni bæði stakar vørur og ein samlaðan pakka, ið nøktar reinhaldstørvin til øll virkir og allar stovnar. Lat okkum tosa saman um hvør tørvurin er, so finna vita eina loysn, ið hóskar til tín.