Kantinuloysnir

  • Við egnum kokkum veita vit bæði kantinuráðgeving umframt at vit eisini bjóða okkum til at standa fyri kantinuloysnum, við leskiligum og heilsugóðum mati.
  • Kaffiskipanir, vatn og sodavatnsloysnir, til bæði smáar og stórar fyritøkur, eru væl kendar um alt landið.
  • Heilsugóð starvsfólkarøkt lønar seg og tí velja nógvar fyritøkur og stovnar at geva starvsfólkum frukt hvønn dag. Hesar veita vit, við einum væl virkandi logistikki.
  • Okkara egnu tænastufólk tryggja tekniskt eftirlit og viðlíkahald á bæði kaffi- og vatnmaskinum.

Kantinuloysnir og rakstur
Lat okkum tosa saman um hvussu loysnirnar eru skipaðar og hvussu tú kanst fáa gagn av fyrimununum.

PM Pluss er umboð fyri Merrild Kaffi í Føroyum. Merrild Kaffi hevur hesi seinastu árini – orsaka av sínum vælsmakki – vunnið størri og størri marknaðarlut.
Í 2001 kom Merrild Coffee Systems á marknaðin í Føroyum. Merrild Coffee Systems umfatar eitt kaffimaskinu-konsept, sum byggir á kaffisevju, sum gevur tann eginleika, at tú skjótt og ómakaleyst hevur nýgjørt kaffi í koppinum.

Konseptið er tilætlað smærri og størri arbeiðsplássum, kantinum, matstovum, køkum, v.m. og til ber at fáa maskinur til nærum ein og hvønn tørv. Nakrar maskinur gera bara kaffi, meðan aðrar bæði gera cappuccino, café látte, espresso, kakao og mangt annað.

Starvsfólkafrukt
Eitt rák í tíðini er heilsa og vælvera. Í hesum høpi kemur “Frukt & grønmeti” inn sum ein sera týðandi partur. Hetta sæst aftur í at frukt og grønmeti er tann vørubólkur, sum seinastu árini hevur ment seg einamest. Eftirspurningurin eftir betri góðsku, størri úrval og nýggjum eksotiskum avbjóðingum sermerkir henda marknaðin. Brúkarin hugsar meira og meira um at framleiðslan skal verða burðardygg. Menningin er at finna bæði í tí heimliga umhvørvinum og í vinnuligari matgerð. PM Pluss hevur lagt seg eftir at vera í fremstu røð, tá talan er um at nøkta henda spennandi marknað
Vit hava seinastu tíðina gjørt avtalur við bæði almenn og privat arbeiðspláss kring landið um at veita fríska frukt. Fruktin verður latin starvsfólkunum sum eitt ískoyti í starvsfólkarøkt og ein sjónligur boðskapur um betri heilsu og vælveru.

Vatn og sodavatn
PM Pluss veitir sjálvandi allar vørur og tænastur, ið eru í vøruskránni hjá PM heilsøla. Vatn og sodavatn er eisini ein vaksnandi partur av veitingum til virkir og stovnar.
Faxe Kondi og Pepsi Cola eru, saman við vatnmerkinum Egekilde og sodavatninum Nikoline, sterkir leikarar á marknaðinum og fáast so at siga í øllum handlum í Føroyum.

Teknisk tænasta
Vit koma í hvønn krók í landinum at seta upp, montera og viðlíkahalda.
Bæði fyri okkum og kundan, hevur tað alstóran týdning, at spurningar verða svaraðir og at allar skipanir virka sum tær eiga. Hygg undir “Um PM Pluss – starvsfólk” – har fært tú beinlieðis samband við teknisku tænastuna.