Føroyskt vinnulív fyri burðardygd

11 føroyskar fyritøkur hava skrivað undir avtalu um at arbeiða saman í trý ár við átakinum Burðardygt Vinnulív.

Í gjár skrivaðu ellivu føroyskar fyritøkur undir eina avtalu um at arbeiða saman í trý ár um átakið: Burðardygt Vinnulív.

Royndarverkætlanin, sum verður samskipað í Vinnuhúsinum, hevur sum aðalmál at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku vinnuni og stuðla upp undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning, til dømis veðurlagsátakið.

Seinni í ár fara luttakandi fyritøkurnar at leggja fram eina felags ætlan, sum leggur dent á avbjóðingarnar og møguleikarnar hjá vinnulívinum.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur:  – Hetta er ein sera spennandi verkætlan, og nógvir nýggir møguleikar liggja fyri framman. Hóast vit eru ein bólkur av ymiskum fyritøkum, so hava vit nakrar felags avbjóðingar, og vit eru samd um at arbeiða saman um hesar avbjóðingar. Okkara vón er, at hetta átakið fer at skapa nakrar týðandi samstarvsmøguleikar okkara millum, sum fer at seta ferð á menniningina at røkka hesum málum.

Marita Rasmussen, stjóri í arbeiðsgevarafelagnum, sigur: – Tað er spennandi hjá okkum at fylgja menningini av hesum átakinum. Føroyskar fyritøkur eiga at hugsa um sosialu, umhvørvisligu og fíggjarligu umstøðurnar, sum tær virka í, og sum áhaldandi broytast; hetta átakið kann slóða fyri, so at fyritøkurnar verða ílatnar til framtíðina.

Tær ellivu stovnandi fyritøkurnar eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, Pf. Poul Michelsen, SMJ og Vónin.