Veitsla.fo er nýggj tænasta frá PM Pluss

Nýggi nethandilin veitsla.fo læt upp 12. desember 2017 og heldur til í Tórshavn, men veitir tænastu kring alt landið.

Endamálið hjá veitsla.fo er at gera tað lættari hjá føroyingum at halda eina góða veitslu. Veitsla.fo leigar út alt til veitsluna, hátíðarhaldið ella tiltakið, sum t.d. borð, stólar, borðbúnað og mangt annað. Nethandilin hevur hópin av vørum í størri nøgdum, so fólk kunnu skipa fyri størri tiltøkum og fáa alt teimum tørvar á einum stað.

Veitsla.fo ger tað lætt og greitt at bíleggja á netinum. Fólk kunnu eisini velja at fáa vøruna koyrda til dyrnar og heintaða eftir veitsluna. Veitsla.fo vaskar enntá upp fyri fólk – tey skulu einans skola vøruna, lata hana inn aftur – so orðnar veitsla.fo rest.

Síggj úrvalið á veitsla.fo og fá samband her ella ring 204656.