Útgerð

PM Pluss reingerð altíð við tí burðardygga fyri eyga og við bestu góðsku av útgerð og amboðum. Vit veita øll okkara starvsfólk ergonomiska útgerð at reingerða við. Vit hava klútar og moppur úr høgari góðsku, svanamerkt og sum kunnu endurnýtast, eisini hava vit vaskivognar úr endurnýttum plasti.

Starvsfólkini hava øll verið á skeið hjá Nordisk Microfiber, bæði í burðardyggari reingerð, dugnaskapi og at skamta rætt fyri at minka um ovurnýtslu av sápu.