Tænastur

Vit veita reingerðartænastur til privatar og almennar fyritøkur. Í samráð við hvønn einstakan kunda, finna vit reinhaldsloysnir, sum júst passa til tørvin.

Allar loysnir verða veittar við egnum servandum fólkum, viðurkendum vaskievnum og við góðkendum mannagongdum. Hesar tryggja munagóða og dygdargóða reingerð við atliti til starvsfólk, trivna og umhvørvi. Allar avtalur verða javnan eftirmettar. Kundin og reingerðarfólk fáa reingerðingsfrágreiðing, ið okkara innaneftirlit ger.

Til virkir og stovnar, ið sjálvi loysa reinhaldsuppgávur, veita vit somu vørur og skipanir, sum vit sjálvi brúka. Vit leggja dent á, altíð at hava dagførda vitan um alt tað nýggja, ið kemur fram á marknaðin. Viðurkend vørumerki borga fyri góðsku, burðardygd og vitan.

Hevur tú eina reinhaldsuppgávu, ið tú ivast í, ert tú vælkomin at venda tær til okkara.