Burðardygd

PM Pluss hugsar um okkara náttúru, og leggur stóran dent á at vera burðardygg. Vit tryggja okkum at loysa uppgávur á skynsaman og burðardyggan hátt. Vit nýta pappír, sápur, reingerðarevni vm. í høgari góðsku og burðardygt. Starvsfólkini hava øll verið á skeið hjá Nordisk Microfiber, bæði í burðardyggari reingerð, dugnaskapi og at skamta rætt fyri at minka um ovurnýtslu av sápu. Nærum øll reingerðarevni eru svanamerkt.

PM Pluss veitir øllum okkara starvsfólkum ergonomiska útgerð at reingerða við. Vit hava klútar og moppur úr høgari góðsku og sum kunnu endurnýtast. Eisini samstarva vit við okkara kundar um at minka um talið av plastskrelliposum og betra um sorteringsskipanina.

Við hesi íløgu nýtir PM Pluss nú sum heild góðkendar vørur – bæði innan amboð og reingerð – við tí fyri eyga at betra um starvsfólka- og kundanøgdsemi og minka um okkara ávirkan á umhvørvið. Við hesum fær kundin eina reingerð á høgum støði samstundis at tað verður reingjørt við umhvørvinum í miðdeplinum.

PM Pluss er ein partur av toyminum ”Burðardygt vinnulív” saman við P/F Poul Michelsen, har okkara endamál er at blíva enn meira burðardygg og hava í huga veðurlagsbroytingar, heilsustøðan í havinum og tap av lívfrøðiligum margfeldi. Í hesum felagsskapi eru tólv fyritøkur ið hava sett sær burðardygg mál, og arbeiður toymurin saman um hetta í minsta lagi 3 ár, og byrjaði samstarvið í 2021.

Meira kann lesast um Burðardygt Vinnulív her:  https://www.burdardygtvinnuliv.fo/