Sápur og reingerðarevni

Av sápum og reingerðarevnum, hava vit valt Ecolab til høvuðsveitara. Ecolab hevur í meira enn hálva øld verið dyggasti veitari til alskyns reingerð í norðanlondum. Tey taka atlit og ábyrgd fyri tí, tey framleiða og leggja alstóran dent á burðardygd.

Um tú fæst við at reingera serligt tilfar á gólvum, veggum ella loftum, ert tú altíð vælkomin at troyta okkara vitan, fyri at fáa røttu loysnina og vegleiðing um skamtir og blandingar.

Vit skulu øll taka atlit fyri tí, ið vit lata út í náttúruna og vit hava sett okkum fyri, at bestu ráðini skalt tú fáa frá PM Pluss.